Sjey milliónir aftrat til farsóttartilbúgving

Sjey milliónir aftrat til farsóttartilbúgving
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum um eykajáttan hjá landsstýrinum
Av teimum sjey milliónunum, sum Fíggjarmálaráðið hevur biðið um, skulu tvær milliónir brúkast til koronukanningar.
 
01.12.2021 - 08:53

Sjey milliónir krónur aftrat skulu latast til farsóttartilbúgvingina eftir at korona fór at gera um seg aftur í heyst. 

Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum um eykajáttan hjá landsstýrinum.

Seks milliónir fara til sóttarhaldsstøð, tvær millionir til kanningar og til at avmarka smittuna, tvær milliónir til læknar, ráðgeva og lýsingar um koppseting, og tríggjar milliónir krónur fara til Løgmansskrivstovuna, TAKS og Arbeiðseftirlitið.

Harafturat skulu brúkast tvær milliónir krónur til at kanna fólk, sum koma til Føroya. 

Talan er tí um sjey milliónir afturat teimum átta, sum higartil eru játtaðar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Orknleikir '25 #3
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550