Tey gomlu fáa egnan lækna

Tey gomlu fáa egnan lækna
Heilsumálaráðið arbeiðir við at fáa í lag eina skipan við kommunulæknum, sum eru knýttir at ellis- og  røktarheimunum
Ellis- og røktarheim fáa egnan lækna,
 
07.07.2025 - 06:46

Heilsumálaráðið arbeiðir við at fáa í lag eina skipan við kommunulæknum, sum eru knýttir at ellis- og  røktarheimunum.

Hetta arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við Kommunulæknafelagið, Kommunufelagið og Heilsutrygd.

Fyrsta stigið verður at gera royndarskipanir í útvaldum ellis- og røktarheimum saman við ávísum kommunulæknum. Tað verður tíðliga í heyst.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu. 

Landsstýriskvinnan sigur, at slík skipan hevur nógvar fyrimunir.

Kommunufelagið og leiðslurnar í eldraøkinum siga, at starvsfólk í ellis- og røktarheimum brúka nógva tíð til at fáa fatur á kommunulæknum. 

Og hjá kommunulæknum er tíðarkrevjandi at fara á sjúkravitjan í ellis- og røktarheimum. 

Royndir í Danmark vísa, at sonevndir røktarheimslæknar, sum regluliga vitja búfólk tryggja, at tey fáa  rættari og betri viðgerð og heilivágsviðgerð, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.  

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162