Olaf Scholz er nýggjur týskur kanslari

Olaf Scholz er nýggjur týskur kanslari
Samgonga er nú skipað við Sosialdemokratunum, FDP og grøna flokkinum. Hetta er fyrstu ferð í 16 ár, at konservativi flokkurin hjá Angelu Merkel ikki er í samgongu.
 
05.12.2021 - 16:38

Týsku sosialdemokratarnir, SPD, atkvøddu leygardagin fyri einari sokallaðari reyðari-gulari-grønari samgongu, eisini nevnd ferðsluljós-samgongan. Í samgonguni eru sosialdemokratarnir, FDP og tey grønu.

Hetta er fyrstu ferð, at flokkarnir gera eina samgongu, sum eftir øllum at døma verður stjórnað av sosialdemokratinum, Olaf Scholz, sum væntandi tekur yvir fyri Angelu Merkel mikudagin í komandi viku. 

63 ára gamli Olaf Scholz boðaði í síðstu viku frá, at flokkur hansara fer í samstarv við libralistiska FDP flokkin og umhvørvisflokkin Tey grønu. 

- Hetta er ein serlig kensla. Eg minnist enn floksfundin í mai, tá ið vit øll sótu saman talgilt, orsakað av koronastøðuni, men vit tordu at herja á og byrja hetta valstríðið, segði Olaf Scholz á einum veljarafundi í gjár.

Undir valstríðnum hevur Schols ført seg fram sum tann, ið er best egnaður at taka yvir, eftir Angelu Merkel, og halda politisku kósina, ið hon hevur sett.

Scholz hevur gjøgnum tíðina sum fíggjarmálaráðharri og arbeiðsmálaráðharri verið sæddur sum ein nærlagdur og framsøkin politikkari, sum leggur seg upp at teimum meiri konservativu linjunum, tá ið tað kemur til fíggjarpolitikk. Hetta hevur havt við sær ávísar ósemjur innanhýsis í flokkinum.

Schols hevur seinastu vikurnar verið við Angelu Merkel á eitt nú G20 topfundi í Rom í oktobur, har hann millum annað var við til ein millumtjóða fund við forsetan í USA, Joe Biden.

Eisini hevur Scholz verið sjónligur til samráðingar og tíðindafundir, tá ið handfaringin av koronu-farsóttini skuldi almannakunngerast.

Angela Merkel stuðlar Olafi Scholz og sigur, at við honum sum kanslara, hevði hon sovið trygt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425