Omikron staðfest í Føroyum

Omikron staðfest í Føroyum
Fyribilstøl visa, at 75 smittutilburðir vóru í gjár
Hjá landslæknaembætinum hava tey úr at gera at smittuspora, nú so nógvir smittutilburðir eru.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.12.2021 - 10:16

Omikron-frábrigdið av koronu er nú staðfest í Føroyum.

Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni, fyri Kringvarpinum.

Fyrradagin vóru 96 smittutilburðir staðfestir. Átta av tiknu royndunum vórðu sendar Heilsufrøðiligu starvsstovuni at verða útgreinaðar fyri omikron.

Fyribilstøl visa, at 75 smittutilburðir vóru í gjár.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444