"Closed for maintenance" aftur í 2022

"Closed for maintenance" aftur í 2022
Tiltakið  ”Closed for maintenance - Open for voluntourism” verður aftur á skránni í mai 2022
Mynd: Visit Faroe Islands  
 
09.12.2021 - 18:13

Tiltakið ”Closed for maintenance - Open for voluntourism” verður aftur á skránni í mai 2022.

Tiltakið er eitt gott høvi hjá kommunum, hagapørtum og øðrum at fremja neyðugar ábøtur og at fyrireika økini at taka ímóti ferðafólkum, so viðurskiftini eru so væl skipað sum til ber, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.

Øll øki í landinum fáa javnbjóðis møguleika at luttaka í átakinum. Hetta verður lagt til rættis á tann hátt, at kommunur og kunningarstovur skulu senda inn uppskot til egnar verkætlanir í samband við “Closed for maintenance” í 2022.

Eins og undanfarin ár er pláss fyri áleið 10 ymiskum verkætlanum kring landið, og Visit Faroe Islands bjóða 100 sjálvbodnum útlendingum at luttaka. Umframt allar fyriskiparar, arbeiðsformenn o.a., fáa 40 sjálvbodnir føroyingar eisini høvið at luttaka í verkætlanunum, soleiðis at øll arbeiðslið vera væl umboðaði av bæði føroyingum og útlendingum.

Treytirnar fyri luttøku eru, at kommunan ella kunningarstovan fyllir út eitt umsóknarskjal. Tess betri verkætlanin er umhugsað og lýst, tess betri møguleika hevur umsøkjarin at verða partur av teimum 10 verkætlanum.

Freistin at lata inn uppskot til verkætlanir er 21. januar 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210