- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drotningin avlýsir tiltøk
Drotningin avlýsir tiltøk
Margreta drotning avlýsir fleiri nýggjárshald

Margreta drotning á vitjan í Føroyum á sumri í 2021.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.
09.12.2021 - 17:43
Koronastøðan í Danmark hevur nú við sær, at Margreta drotning avlýsir bæði nýggjárstaffel og nýggjársmóttøkur.
Tað skrivar Kongshúsið á heimasíðuni.
Árliga nýggjárstaffel-borðhaldið er vanliga á skránni nýggjársdag.
Tað er eitt stórfingið borðhald fyri stjórnini, formanninum í Fólkatinginum, hovinum og umboð fyri "almenna Danmark".
Fyrst í januar er siðvenja, at drotningin skipar fyri ymiskum nýggjársmóttøkum, sokallaðum nýggjárs-kurum.
Tað er ofta fyri Hægstarætti, gardunum, verjuni og eisini øðrum størri stovnum.
Øll hesi tiltøkini eru nú avlýst orsakað av koronu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























