Í dag verður Nations League-lutakastið

Í dag verður Nations League-lutakastið
Seinnapartin verður kastað lut um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í Nations League næsta ár. Føroyar eru í triðju deild saman við fleiri eysturevropeiskum londum
Hallur Hansson í dystinum ímóti Skotlandi fyrr í ár
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
16.12.2021 - 09:51

Seinnapartin í dag klokkan 17.00 verður lutakast um, hvussu skal spælast í Nations League-kappingini hjá UEFA næsta ár.

Føroyar vann sína bólk í 2020 frammanfyri Malta, Lettlandi og Andorra, og flutti tískil upp í triðju deild, har mótstøðulondini eru munandi sterkari. Harafturat eru londini styrkismett, og Føroyar eru í lægsta lagnum, potti fýra, og skulu spæla ímóti einum landi úr hvørjum av hinum pottunum.

Í potti eitt eru Turkaland, Slovakia, Bulgaria og Norðurírland, í potti tvey eru Grikkaland, Hvítarussland, Luksemburg og Norðurmakedónia og í potti trý eru Litava, Georgia, Aserbadjan og Kosovo.

Dreymabólkurin hjá liðskiparanum

Hallur Hansson, liðskiparin á føroyska landsliðnum, ásannar, at kappingin verður munandi harðari hesa ferð, sama hvørji mótstøðulondini verða, men hann hevur kortini nøkur ynskir undan lutakastinum.

 - Dreymabólkurin er Turkaland, Luksemburg, Litava og Føroyar. Hinvegin, so vil eg ógvuliga fegin sleppa undan Bulgaria, Grikkalandi og Kosovo, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Dystirnir í UEFA Nations League verða spældir í juni og september mánaði komandi ár. Fýra dystir eru á skránni í juni, og tveir í september.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366