- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boris Johnson í trongum skóm

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er í trongum skóm, eftir at Konservativi Flokkurin tapti eitt undanval í North Shropshire, sum flokkurin annars hevur vunnið í næstan 200 ár.
Tað var Helen Morgan úr Liberaldemokratiska flokkinum sum vann valið, og hennara greiðu boð til Boris Johnson, vóru, at veitslan er av.
Líka síðani í 1830 hava fólk í North Shropshire, sum er á markinum ímillum England og Wales, atkvøtt konservativt, men tað endaði á undanvalinum nú.
Konservativi parlamentslimurin í landspartinum, Owen Patterson, varð noyddur at gevast við valstríðnum, eftir skuldsetingar um mutur.
Og nú spyrja bretsku veljararnir seg sjálvar, um mutur og vinarlag í Konservativa flokkinum, kann gera enda á politisku framtíðini hjá Boris Johnson, forsætisráðharra.
Boris Johnson er m.a. skuldsettur fyri at hava skipað fyri fleiri veitslum í Downing Street nr. 10, sum hava verið í stríð við tilmælini um koronu.
The Guardian skrivar, at hann helt pizza-veitslu í Downing Street í mai í fjør, sum var í stríð við koronatilmælini, og fyri jól í fjør skipaði hann fyri minst sjey veitslum í Downing Street, samstundis sum bretar høvdu fingið boð um at halda frástøðu og í mesta mun halda seg heima, skrivar Daily Mirror.
Í vikuni atkvøddu 100 parlamentslimir hjá Konservativa flokkinum ímóti einum uppskoti hjá honum um koronutiltøk.
Miðvalini sum nú eru, eru tekin um støðuna hjá forsætisráðharranum, og í ár hevur Boris Johnson tapt tvey, fyrst í Buckinghamshire í summar, og nú í Shropshire.
Fleiri tinglimir í Konservativa flokkinum seta spurnartekin við Boris Johnson sum forsætisráðharra, og sir Roger Gale, parlamentslimur sigur við BBC, at um Boris Johnson tapir eitt miðval aftrat, so er liðugt.



























