12,3 mió. kr. í ómaksgjøldum í 2020

12,3 mió. kr. í ómaksgjøldum í 2020
Landið fekk 12,3 milliónir krónur inn í ómaksgjøldum í 2020. Tað kemur fram í svari hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, til fyrispurning frá Johan Dahl, tingmanni
12,3 mió. kr. í ómaksgjøldum
Mynd: Savnsmynd  
 
27.12.2021 - 16:51

Johan Dahl spurdi millum annað um, hvussu stórar upphæddir vórðu kravdar inn í ómaksgjøldum í 2020, býtt upp á stovnar og slag av ómaksgjøldum, til dømis tænastugjøld, rykkjaragjøld og avgreiðslugjøld.

Jørgen Niclasen vísir í svarinum á, at í roknskapinum hjá landinum verða ómaksgjøld ikki altíð eintýðugt eyðmerkt og bókað á standardroknskaparkonto fyri áminningargjøld, rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld og annað.

Tí ber ikki til at upplýsa heilt neyvt samlaðu inntøkuna frá ómaksgjøldum.

Til spurningin, hvat endamálið við ómaksgjøldum hjá landinum er, svarar Jørgen Niclasen, at tey ómaksgjøld, sum sipað verður til í spurninginum, t.e. tænastugjøld, rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld o.a., hava til endamáls at gjalda fyri kostnaðin, ella ein part av kostnaðinum, av at fyrisita tænastuna.

Endamálið er sostatt, at tann, sum brúkar ávísa tænastu, rindar fyri ómakin, heldur enn at tænastan verður fíggjað og goldin gjøgnum skattin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890