Grimdarregn í Brasil kravt nógv mannalív

Grimdarregn í Brasil kravt nógv mannalív
18 fólk hava higartil latið lív í grimdarregni í Bahia-landslutinum í Brasil
 
27.12.2021 - 15:16

Grimdarregn í Bahia-landslutinum har norðuri í Brasil hevur higartil kravt 18 mannalív.

Tað hevur regnað óvanliga illa í økinum seinastu tvær vikurnar, og nú eru áirnar so stórar, at tær eru floymdar upp um áarbakkarnar, og nú er stríður streymur inn í fleiri smærri býir og bygdir nærhendis.

Brasil, vatnflóð

Frítekst tagging: 

Í býnum, Itabuna, hava fólk í tyrlum sæð íbúgvarnar nýta smærri bjargingarbátar í gøtunum at hjálpa neyðstøddum grannum.

Í løtuni royna myndugleikarnir at flyta íbúgvar úr 67 ymiskm plássum í Itabuna-landslutinum.

Brasil, vatnflóð

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846