Kend býarmynd í Havn verður dagførd

Kend býarmynd í Havn verður dagførd
Øll kømrini í Hotel Hafnia verða dagførd, og bygningurin sjálvur skal eisini umvælast, sigur stjórin
Hotel Hafnia verður stongt í nakrar mánaðir, meðan gamla hotellið verður umvælt
Mynd: Savnsmynd  
 
27.12.2021 - 11:22

Hotel Hafnia verður stongt næstu mánaðirnar vegna umvælingar. 

Tað sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri.

Øll kømrini verða dagførd, og bygningurin sjálvur skal eisini umvælast og dagførast.

 

Green Key góðkenning

Ætlanin er, at tá Hafnia letur uppaftur, skal tað eisini fáa eina sonevnda Green Key góðkenning.

Green Key góðkenningin er ein viðurkenning fyri burðardygd og endurnýtslu í ferðavinnuni.

 

Virksemið flutt í Hotel Brandan

Meðan Hotel Hafnia verður umvælt, flytur alt virksemið á Hotel Brandan, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Væntandi letur Hafnia upp aftur um mánaðarskiftið mars/apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542