París: Øll skulu brúka munnbind

París: Øll skulu brúka munnbind
Øll eldri enn 11 ár skulu hava munnbind, um tey eru úti í franska høvuðsstaðnum.
 
30.12.2021 - 09:33

Um tú ætlar tær at halda nýggjár í París mást tú minnast til at hava munnbind við. Frá í morgin av verður tað nevniliga krav, at øll eldri enn 11 ár skulu hava munnbind, um tey eru úti í franska høvuðsstaðnum. Gert tú ikki tað kanst tú fáa eina bót upp á 135 evrur, sum svarar til umleið 1.000 krónur. 

Tað er longu krav um alt landið at brúka munnbind í almennum flutningi og í almennum bygningum, skrivar Reuters.

Talið av smittaðum er vaksið nógv í Fraklandi í seinastuni. Seinasta samdøgrið eru 200.000 nýggir smittutilburðir skrásettir. Tað hevur fingið politisku myndugleikarnar at ressast við og tað gongur serliga út yvir teir fraklendingar, sum ikki eru koppsettir. 

Franski heilsumálaráðharrin, Olivier Véran, segði í franska tinginum í gjár, at ókoppsettir fraklendingar nú verða útihýstir frá eitt nú matstovum, biografum, sjónleikarhúsum, listasøvnum og ítróttarhallum. 

- Tit hava ongan kjans at sleppa undan smittuni. Virusið breiðir seg ov skjótt, segði Véran í einum beinleiðis boðskapi til tey, sum ikki eru koppsett.  Hann legði afturat, at í løtuni verða tvey fólk smittað um sekundið í Fraklandi.

Um franksa tingið samtykkir nýggju átøkini, skal nýggja vaksinupassið koma í gildi miðskeiðis í januarmánað.

77% av franska fólkinum eru koppsett, men enn eru umleið 4 milliónir vaksin ikki koppsett, harímillum ein millión, sum eru eldri enn 65, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Guðstænasta
201865
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790