Fleiri fólk smittað, men kortini færri deyð

Fleiri fólk smittað, men kortini færri deyð
Hagtøl hjá tíðindastovninum AFP vísa, at hóast fleiri fólk eru smittað av koronu seinastu vikuna enn nakrantíð áður, so eru kortini færri deyð hesa tíðina
Mynd: Photo by STEPHANE DE SAKUTIN / AFP)  
 
01.01.2022 - 10:54

Í øllum heiminum eru nógv fleiri fólk smittað við koronu seinastu vikuna enn nakrantíð áður, men kortini eru færri deyð hesa seinastu vikuna.

Tað vísa hagtøl, sum tíðindastovan AFP hevur savnað saman.

Síðstu vikuna er talið av smittaðum vaksið við 50 prosentum í øllum heiminum. Talið av fólki, ið eru deyð við korona, er hinvegin minkað við 9 prosentum.

Tilsamans 1,18 milliónir fólk eru staðfest smittað um dagin seinastu vikuna í árinum, sum er farið. Tað svarar til ein vøkstur upp á 57 prosent í mun til vikuna frammanundan, skrivar NTB.

54 prosent av teimum smittaðu eru staðfest í Evropa, og 32 prosent eru staðfest í USA og Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375

Annað frá KVF