Jerv avlýst keypið av Sonna Ragnari Nattestad

Jerv avlýst keypið av Sonna Ragnari Nattestad
Sonni Ragnar Nattestad hevur verið blandaður upp í eitt mál, sum Jerv ikki vil vera sett í samband við, tí er ætlaði sáttmálin strikaður, skrivar felagið
Sonni Ragnar Nattestand hevur verið blandaður upp í eitt mál, sum norska felagið Jerv ikki vil samantvinnast við. Tí er ætlaði sáttmálin strikaður
Mynd: fkjerv.no  
 
03.01.2022 - 00:40

Norska fótbóltsfelagið Jerv í Grimstad, sum spælir í bestu norsku deildini, hevur avlýst ætlaða keypið av føroyska landsliðsmiðverjanum Sonna Ragnari Nattestad. 

Jerv boðaði annars í gjár frá, at felagið fór at skriva ein tvey ára sáttmála við 27 ára gamla Sonna Ragnar Nattestad. Hetta var treytað av, at læknakanningin av Sonna Ragnar Nattestad ikki vísti nakað óvanligt. 

>>SÍ GREININA: VELKOMMEN TIL JERV, SONNI

Men bara nakrar fáar tímar seinni kunngjørdi Jerv á heimasíðuni, at felagið hevði avlýst ætlaða keypið av føroyska landsliðsleikaranum. 

Orsøkin var ikki, at læknakanningin vísti nakað óvanligt, men hinvegin, at Sonni Ragnar Nattestad hevur verið blandaður upp í eitt mál, sum Jerv ikki kann standa innfyri ella vera sett í samband við. 

>>SÍ GREININA: AVBRYTER KONTRAKTSINNGÅELSE

Jerv harmast um, at felagið ikki hevur gjøt sítt kanningararbeiði nóg gjølla, áðrenn felagið kunngjørdi ætlanini at skriva sáttmála við Sonna Ragnar Nattestad. 

FK Jerv sigur eisini í greinini á heimasíðuni, at bæði felagið og venjarin, Arne Sanstø, eru sinnaðir at viðmerkja hendingina fyrrapartin. 

 

Soleiðis ljóðar fráboðanin frá Jerv:

AVBRYTER KONTRAKTSINNGÅELSE

FK Jerv og Sonni Nattestad har i dag besluttet å avbryte den annonserte kontraktsinngåelsen. Bakgrunnen er en sak spilleren har vært innblandet i, og som vi burde hatt kjennskap til. Saken Nattestad var involvert i er ikke noe vi som klubb kan stå inne for eller assosieres med. FK Jerv vil beklage til alle berørte at vi ikke gjorde en god nok jobb i forkant av signeringen.
 
FK Jerv og Arne Sandstø vil være tilgjengelig for kommentarer i morgen formiddag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985