Fara undir semingsroynd í dag

10.01.2022 - 09:09
AktueltSamfelag
Fara undir semingsroynd í dag
Korona hevur havt við sær, at semingsroyndin millum Starvsfelagið, Fíggjarmalaráðið og KAF er útsett fleiri ferðir
Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen eru semingsmenn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Klokkan tíggju byrjar semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Starvsfelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Hon verður á hotel Brandan í Havn.

Semingsroyndin skuldi byrja 7.desember, men varð tá av ongum. Orsøkin tá var korona.

Ætlanin var so at royna 6.januar. Men tí forðaði korona eisini fyri. 

Boð vóru send eftir Semingsstovninum 29.november, tí semja fekst ikki um lønina.

Sáttmálarnir fóru úr gildi 1.oktober í fjør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. juli
3-2
141831
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 10:10
141574
Mánadag 27. juni
3-2
141573