Aftur átalu frá Umboðsmanninum

Aftur átalu frá Umboðsmanninum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur enn einaferð fingið átalu frá Umboðsmanninum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur havt trupult við at halda innlitslógina. Tey lova nú bót og bata
 
09.07.2025 - 19:49

Átalan er fyri ikki at svara einari innlitsumbøn.

Tað var eitt áhugafelag, sum hevði biðið um eitt innlit hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Men áhugafelagið fekk onki svar, heldur ikki kvittan fyri, at málið var móttikið. Ikki fyrr enn hálvan fjórða mána seinni kom eitt svar, sum segði, at stovnurin ikki hevði skjøl fevnd av innlitsumbønini.

Umboðsmaðurin sigur, at sambært innlitslógini hevur ein myndugleiki skyldu at avgreiða innlitsumbønir skjótast gjørligt og geva umsøkjara fráboðan, um so er, at ein innlitsumbøn ikki kann avgreiðast innan 10 dagar.

Herfyri var tað ein journalistur, sum heldur ikki fekk svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Heldur ikki, tá viðkomandi rykti eftir svari. Tá Umboðsmaðurin fór inn í málið, fekk hon í fyrstu atløgu heldur ikki svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Hetta málið fekk stovnurin eina álvarsama átalu fyri.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sigur, at tey nú hava bøtt um sínar innanhýsis arbeiðsgongdir, soleiðis at støður sum hesar frameftir ikki skulu koma fyri í málum um innlit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425