Fyri landsrættin í februar

Fyri landsrættin í februar
Eitt nevningating í Føroya rætti fríkendi 26 ára gamla mannin fyri dráp, men ákæruvaldið skeyt dóm inn fyri landsrættin
Eitt nevningating fríkendi mannin í Føroya rætti, men málið er skotið inn fyri landsrættin, sum viðger tað í februar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.01.2022 - 12:19

Í februar skal Landsrætturin viðgera málið, um hvat hendi, tá ein 16 ára gomul genta bleiv funnin deyð við byrgingina til Hvannasunds í november 2012.

Tvær vikur eru settar av. Málið verður viðgjørt í tveimum umførum, frá 14. til 18 februar, og aftur frá 21. til 25. februar.

26 ára gamli maðurin, sum var ákærdur fyri dráp, var fríkendur í Føroya rætti tann 7. juli í fjør.

Ákæruvaldið ákærdi mannin fyri um náttina 20. november 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen.

Fríkendur í nevnngatingi

Niðurstøðan hjá einum einmæltum nevningartingi var, at neyðugu prógvini vóru ikki løgd fram um, at maðurin hevði dripið gentuna.

Í dóminum var dentur serliga lagdur á, at einki læknaligt prógv er fyri, at nakað revsivert er farið fram.

Ákæruvaldið kærdi frídømingina.

Og í februar kemur málið so fyri í Landsrættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. mars
Beinleiðis úr Studio 5: Crowberry Band
205187
Fríggjadag 6. mars
Morgunlestur fríggjadagur 6.mars 2026
204720
Hósdag 5. mars
RagnarRokk 5.mars 2026
204436
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173
Hósdag 5. mars
Bjarki: Nú liggur ein kavafonn
205174
Hósdag 5. mars
Jóhanna: Farin
205175
Hósdag 5. mars
Anna Lovisa: Eitt kvøldið so siðla
205176