PET: Teldusníkar kunnu leypa á føroyskar myndugleikar og stovnar

PET: Teldusníkar kunnu leypa á føroyskar myndugleikar og stovnar
Deildarstjóri í PET sigur, at vit skulu ikki stúra fyri russum, men vit skulu vera á varðhaldi
Anders Henriksen, deildarstjóri í PET.
Mynd: RitzauScanpix  
 
13.01.2022 - 12:35

Stórveldini Kina og Russland eru ein hóttan móti ríkisfelagsskapinum, tí hesi londini hava áhuga í at seta kílar í millum USA og vesturheimin og Føroyar og Grønland.

Tað metir danska fregnartænastan, PET, í fyrstu almennu frágreiðingini um hóttanir móti kongaríkinum Danmark.

Anders Henriksen er deildarstjóri fyri mótnjósning, kontraespionasju, hjá PET:

1502204

Hóast eina hóttan, skulu vit ikki stúra fyri russum, men skulu hugsa um, at vit møguliga hava vitan, sum teir kunnu vera áhugaðir at fáa hendur á, sigur Anders Henriksen:

1502205

PET metir í frágreiðingini, at kinesisku og russisku hóttaninar eitt nú kunnu væntast at vera sum ávirkan og njósning, sum kann vera álop á danskar, føroyskar og grønlendskar myndugleikar, fyritøkur og granskingarstovnar, ið teldusníkar skipa fyri. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, ásannar eisini, at tað verður njósnast móti Føroyum:

1502220

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum. (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025