H71-kvinnur í fjórðingsfinaluni

H71-kvinnur í fjórðingsfinaluni
Unga H71-liðið vann seinna dystin móti serbiska Naisa Nis sannførandi 30 - 26, og hevur nú spælt seg í fjórðinsfinaluna í IHF-kappingini
H71-kvinnurnar er fyrsta føroyska hondbóltslið, ið hevur spælt seg í eina evropeiska fjórðingsfinalu
 
15.01.2022 - 15:48

Nakað serligt hevur leingi bryggjað uppi í Hoyvík, tá vit tosa hondbólt. Higartil hevur tað verið sarliga á manssíðuni, at miðvísa menningararbeiðið hevur borið ávøkstur. 

Men nú hevur H71 ment eitt kvinnulið, sum kann fara at vísa seg at vera nakað heilt serligt í føroyskum hondbólti, tí liðið hevur júst spælt seg í fjórðingfinaluna í evropisku IHF-kappingini. 

Hetta hendi, tá kvinnurnar hjá H71 í dag vunnu ein sannførandi 30-26 sigur móti serbiska ZRK Naisa Nis í Høllini á Hálsi. H71 vann eisini fyrra dystin í Serbia fyri einari viku síðani við 39-38. 

 

Vengirnir flúgvandi

H71 var oman á frá byrjan, og við Janu Mittún, Mariu Halsdóttir Weyhe og ikki minst Zachariasen-tvíburðunum, Lív og Vár, á odda, spældi liðið flótandi og kvikan hondbólt. 

Í fyrra dystinum í Serbia vóru tað bakspælararnir, Maria Halsdóttir Weyhe og Jana Mittún, ið skutu málini, og tað tóktist serbiska liðið at hava fyrreikað seg upp á at steðga í dag. 

Maria Halsdóttir Weyhe, ið skoraði 15 mál í fyrra dystin, fekk einans trý í dag. 

Men ráð vóru fyri tí, tí í fyrra hálvleikin vóru tað vengirnir hjá H71, ið skutu flestu málini, serliga Rannvá Olsen á vinstra vongi, ið skoraði seks mál í dystinum. Men eisini Brynhild Pálsdóttir fekk trý mál frá høgra vongi. 

Tað var í grundini stórspælið frá Rannvá Olsen á vinstra vongi sum gjørdi, at H71 skjótt oman á aftur, tá liðið var eitt sindur trilvandi mitt í fyrra hálvleiki, og Naisa Nis kom framum. H71 var tó frammanfyri við trimum málum í hálvleikinum. 

 

Jana er nakað serligt

Nógv verður tosað um Elias Ellefsen við Skipagøta, sum verður roknaður sum størsta talent, ið føroyskur hondbóltur hevur fostrað.

Men Jana Mittún, ið enn er einans 18 ára gomul, stendur ikki langt aftanfyri.

Ein framúrskarandi gjøgnumbrotsspælari, ið tykist fullkomiliga óimponerað og eykkaleys uttan mun til, hvussu stór og sterk mótstøðan er. Við níggju málum gjørdist Jana Mittún eisini toppskjútti hjá H71 og syrgdi fyri, at álopsparturin riggaði væl. 

Í verjuni har stóðu Zachariasn-tvíburðarnir, Lív og Vág, ómentaliga stinnar. Tær fylla ikki nógv kropsliga og eru mest av øllum at rokna sum strikur í luftini, men tær eru høgar og krútsterkar, og hava eyðsæð ein sera góðan stríðshuga.

Saman við Elsu Egholm syrgdu tær fyri, at Naisa Nis-spælararnir máttu kempa fyri hvørjum metri og máli, og tað gjørdi, at serbiska liðið fór at møðast og misti á stokkinum í seinna hálvleiki, tá tað annars hevði vunnið hálvleiksleiðsluna hjá H71 innaftur. 

 

Tárini trillaðu

Serliga sigandi var timeoutið miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá spælskiparin hjá Naisa Nis, tann stóra og sterka Jovana Veljkovic, av berari ørkymlan, stóð og græt. 

Sigurin hjá H71 var sannførandi og er søguligur, tí ongantíð áður hevur eitt føroyskt hondbóltslið spælt seg so langt sum í eina fjórðinsfinalu í einari evropiskari kapping.

Avrikið ber eisini vitnisburð um, at hetta blaðunga H71-liðið kann fara at ráða í føroyskum hondbólti í nógv ár, um tær fara at halda saman. Tað er nokk lítið sannlíkt, tí tað er eingin ivi um, at leikarar sum Jana Mittún, Maria Halsdóttir Weihe og ikki minst Zachariasen-tvíburðarnir kunnu standa seg uttanfyri landoddarnar. 

 

H71 - ZRK Naisa Nis 30:26 (16:13)

H71-málskjúttar

Jana Mittún 9 mál
Rannvá Olsen 6 mál
Brynhild Pálsdóttir 3
Maria Halsdóttir Weyhe 3 mál
Vár Bentsdóttir Zachariasen 2 mál
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2 mál
Lukka Arge 2 mál
Inga Maria Joensen 1 mál
Gudrid Bogadóttir á Borg 1 mál
Sára Jacobsen 1 mál

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010