Útlendskir njósnarar kunnu vera journalistar

Útlendskir njósnarar kunnu vera journalistar
PET hevur skrivað frágreiðing um hóttanina frá njósnarum í Danmark
Fregnartænastan hjá donsku løgregluni hevur skrivað frágreiðing um njósnarar, sum hótta Danmark.
 
17.01.2022 - 13:47

Útlendskir njósnarar kunnu vera í Danmark sum journalistar. 

Tað staðfestir fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, í fyrstu útgávu síni, sum er meting um hóttanina frá njósnarum í Danmark.

- Fremmand fregnartænastufólk arbeiða m.a. fjald sum sendifólk, journalistar ella granskarar, og tey eru upplærd í at velja og byggja upp trúnaðarsamband við fólk, sum í flestu førum kunnu geva teimum atgongd til upplýsingar, ið skulu verjast, stendur m.a. í frágreiðingini.

Yvirskipað veksur hóttanin frá njósnaravirksemi frá fremmandum londum í Danmark. 

Talan er um alt frá njósning, ávirking, ónáðir, ólógligar royndir at útvega sær vørur, tøkni og vitan, og í heilt serligum førum drápsroynd.

Tú kanst lesa alla frágreiðingina frá PET her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375