Støðan í Tonga enn ógreið

Støðan í Tonga enn ógreið
Enn er ikki greitt, hvussu støðan er í oyggjabólkinum Tonga eftir ógvusliga jarðskjálvtan og eldgosið um vikuskiftið
Óvist er enn, hvussu støðan er í Tonga eftir spreingigosið um vikuskiftið
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
18.01.2022 - 07:14

Stovnurin hjá ST, Ocha, fekk í gjár eini neyðboð av lítlu oynni Mango, sum ótti er um, fekk av at vita í eldgosinum.

Har búgva 36 fólk, skrivar Ritzau.

Tonga er í Kyrrahavinum, og í oyggjabólkinum eru 177 oyggjar, sum eru spjaddar um eitt stórt øki, sum er umleið 16 ferðir størri enn Danmark.

Vulkanin Hunga Tonga-Hunga Haapai áðrenn útbrotið byrjaði (ovasta myndin), meðan øska kom úr eldgosinum (mittasta myndin), og so eftir sjálvt spreingigosið, ið burturbeindi sjálva oynna, sum vulkanin var á 

 

Sambært stovninum, Ocha, hava myndir frá fylgisveinum víst, at skaðarnir eru stórir á Tongatapu, sum er høvuðsoyggin. Har eru nógv hús javnað við jørðina.

Sambært australska ráðharranum fyri kyrrahavsøkið Zed Seselja ætla myndugleikarnir í Tonga at flyta fólk av nógvum oyggjum, tí nógv hús eru oyðiløgd av flóðalduni, sum tók seg upp eftir jarðskjálvtan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373