Lærarafelagið: Mugu varðveita reallønina

Lærarafelagið: Mugu varðveita reallønina
Við vaksandi brúkaraprístalinum, er reallønin lækkað tvey prosent seinasta árið
MInsta krav er, at reallønin verður varðveitt, skrivar Lærarafelagið.
Mynd: Savnsmynd  
 
26.01.2022 - 08:33

- Minsta krav má vera, at vit halda reallønina, og helst nakað meira enn tað, nú búskapurin er undir trýsti.

Tað skrivar Lærarafelagið á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Lærarafelagið skrivar, at við vaksandi brúkaraprístalinum, er reallønin í veruleikanum lækkað góð tvey prosent seinasta árið, tí meðan brúkaraprístalið sambært Landsbankanum er hækkað 3,4 prosent seinasta árið, er lønin hjá lærarunum bert hækkað við 1,25 prosent í sama tíðarskeiði.

- Hetta skal havast í huga, tá Lærarafelagið skal samráðast aftur við Fíggjarmálaráðið í heyst, skrivar Lærarafelagið, sum leggur aftrat, at tað helst ikki skal gerast siðvenja, at aðrir fakbólkar hava fingið meira enn lærararnir til sáttmálasamráðingarnar seinastu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444