Lítil útróður í vikuni

Lítil útróður í vikuni
Trý ísfiskalínuskip og fimm frystilínuskip eru undir Føroyum
Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður hesa vikuna.
Mynd: Savnsmynd  
 
31.01.2022 - 08:50

Væntandi verður ikki nógvur útróður nú í vikuni, skrivar Fiskamarknaðurin.

Streymurin er harður og veðrið umskiftiligt.

Trý ísfiskalínuskip og fimm frystilínuskip eru undir Føroyum.

Tvey frystilínuskip eru við Ísland. Ein djúpvatnstrolari fiskar eystanfyri.

Um partrolarar verður sagt, at fýra pør eru úti. Fiskiskapurin hjá teimum er ikki góður.

Allir trolbátarnir liggja.

Eitt garnaskip er norðanfyri og fiskar svartkalva, og eitt er sunnanfyri og fiskar havtasku. Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt, sigur Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311