Nýggjur stýrislimur í Bústøðum

Nýggjur stýrislimur í Bústøðum
Hans Jákup Drangastein Johanesen tekur við eftir Tom Silvurdal, sum er farin úr stýrinum
Hans Jákup Drangastein Johansen til høgru á myndini er nýggjur stýrislimur í Bústøðum.
Mynd: Almannamálaráðið  
 
02.02.2022 - 14:02

Hans Jákup Drangastein Johansen er nýggjur stýrislimur í Bústøðum.

Hann kemur í stýrið fyri Tom Silvurdal, sum herfyri valdi at siga stýrissessin frá sær, upplýsir Almannamálaráðið.

Hans Jákup Drangastein Johansen, sum býr á Eiði, hevur útbúgving innan búskaparfrøði og leiðslu. Hann starvast nú sum fíggjarstjóri hjá NEMA.

 

Landsstýrismaðurin havt fund við Bústaðir

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum hevur í dag havt fund við umboð fyri stýrið og stjórn í Bústaðum.

Á fundinum varð m.a. umrøtt, hvussu tær 200 mió. kr., ið eru settar av til íbúðarverkætlanir til serliga málbólkar, skulu brúkast.

Ætlanin er, at Bústaðir m.a. skulu brúka av teimum 200 mió. kr. til at byggja bústaðir til fólk við serligum tørvi, og landsstýrismaðurin vil hava, at meira ferð nú kemur á hesar ætlanir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425