Samráðast enn um hondbóltsdystin í Ukraina

Samráðast enn um hondbóltsdystin í Ukraina
Ein loysn skal finnast í dag áðrenn klokkan 13, hvussu tað verður við hondbóltsdystinum hjá H71 og ukrainska liðnum.
H71 liðið ávegis til Ukraina
 
13.02.2022 - 10:52

Tað verður framvegis samrátt um, hvussu verður við hondbóltsdystinum hjá H71 og ukrainska liðnum HC Galyachanka, sum eftir ætlan skuldi spælast í dag.

Talan er um fjórðingsfinaluna í EHF Cup, sum skuldi byrja í dag klokkan 12.

Men H71-kvinnurnar eru framvegis í Póllandi, og mótstøðuliðið er framvegis í Ukraina. Orsøkin er, at danska uttanríkisráðið fríggjadagin heitti á allar danskar ríkisborgarar um at fara úr Ukraina, har støðan er spent í løtuni. Evropeiska hondbóltssamgongan EHF hevur hinvegin sagt, at H71 skal fara til Ukraina at spæla dystin.

Anna Dam, forkvinna í H71, sigur í stuttari viðmerking nú fyrrapartin, at tað er púra greitt, at dysturin verður ikki spældur í dag. 

Hon sigur, at ukrainska liðið hevur sagt seg verða sinnað at koma til Póllands at spæla antin týsdagin ella mikudagin. Men tað er ikki ein haldbær loysn fyri H71, sum í so fall ikki kemur heim aftur fyrr enn hósdagin. Ukrainska liðið hevur eisini skotið upp at spæla báðar dystirnar í Póllandi, men at H71 so skal bera kostnaðin av hesum. Tað er ikki ein loysn, sum H71 kann liva við.

H71 hevur hinvegin skotið upp at spæla fyrra dystin, sum skuldi vera í Lviv í dag, í Warszawa í morgin, og at seinni dysturin so verður í Føroyum sum ætlað sunnudagin 20. februar.

Ein deadline er sett til klokkan 13 føroyska tíð fyri at finna eina loysn, sigur Anna Dam í telefonini úr Póllandi.

Vit frætta meira í tíðindunum klokkan 14.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860