Hernaðarakfør farin inn í Donetsk

Hernaðarakfør farin inn í Donetsk
Putin, forseti, sigur, at talan er um friðarvarðveitandi herdeildir
Eftir at Putin, forseti, hevði viðurkent landspartarnar Donetsk og Lugansk í Ukraina sum sjálvstøðugar, sóust stríðsvognar í Donetsk.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.02.2022 - 15:43

Stór fylgi við hernaðarakførum og útbúnaði koyrdu í nátt inn í Donetsk í Ukraina. 

- Talan er um friðarvarðveitandi herdeildir, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin. 

Tað er tó ikki váttað, um tað eru uppreistrardeildirnar í landspartinum ella Russland, sum eiga stríðsvognarnar. 

 

Hevur viðurkent landspartarnar

Putin skrivaði í gjárkvøldið undir skjølini, sum viðurkenna ukrainsku landspartarnar, Donetsk og Lugansk, at vera óheftar av Ukraina, og at teir hava tikið sjálvstýri.

Síðani í 2014 hevur Rusland stuðlað loysingarrrørslunum í landspørtunum, og landspartarnir lýstu seg sjálvstøðugar, tá Ukraina fór at nærkast ES í 2014.

Men Russland hevur ikki viðurkent landspartarnar at vera sjálvstøðugar fyrr enn í gjárkvøldið.

 

Støðan spent

- At Russland nú viðurkennir Donetsk og Lugansk, ger støðuna uppaftur spentari, sigur tíðindafólk hjá norska blaðnum Verdens Gang, Kyrre Lien. Hann er staddur í Kiev í Ukraina: 

 

1510698

  

Í Kiev eru fólk í øðini inn á Russland og Putin. Tey eru ótrygg og ørkymlað, tí ikki er greitt, hvørjar aðrar ætlanir Russland hevur, sigur norski tíðindamaðurin:

 

1510699

 

Umboðini hjá Ukraina í Nato eru biðin um at koma á snarfund í felagsskapinum Og Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato, hevur boðað til tíðindafund í Brússel klokkan 16,,okkara tíð, um støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985