Russland leyp á Ukraina í nátt

Russland leyp á Ukraina í nátt
Boðað verður frá álopi á fleiri býir, m.a. høvuðsstaðin Kiev, har spreingingar eru at hoyra
 
24.02.2022 - 08:16

Undan álopinum boðaði russiski forsetin, Vladimir Putin frá, at tað var ómøguligt at sleppa undan samanbrestum ímillum russiskar og ukrainskar deildir, og hann segði seg hava givið herinum boð um at fara inn í Donbas landslutin í Eysturukraina.

Hann legði aftrat, at leiðaslan í Ukraina hevur ábyrgdina av álopinum, skrivar Reuters.

Hoyr tíðindamannin hjá norska miðlinum Verdens Gang, Kyrre Lien, í samrøðu við Sigrún H. Brend her:

1511121

Heimilað álop

Ein talsmaður fyri Kreml, sigur, at leiðararnir í Donetsk og Lugansk hava biðið Putin um hjálp, fyri at steðga áganginum frá ukrainska herinum, skrivar Tass og Interfax.

Brævið frá leiðarunum í landspørtunum er dagfest í gjár.

Tað hendir eftir at Russland hevur góðkent landspartarnar sum sjálvstøðugar.

Og Putin, forseti, fekk heimild frá russiska tjóðartinginum í gjár, til at senda russiskar hermenn til landspartarnar.

 

Undantaksstøða

Tjóðartingið í Ukraina samtykti í gjárkvøldið at lýsa undantaksstøðu í landinum.

Undantaksstøðan er galdandi í øllum landinum, uttan í landspørtunum Lugansk og Donetsk, tí har hevur undantaksstøða verið galdandi síðani í 2014.

Undantaksstøðan er í fyrstu syftu galdandi í 30 dagar.

 

Høvuðsstaðurin álopin

Útlendsk tíðindafólk í Ukraina boða frá, at russiski herurin hevur lopið á fleiri býir.

Talan er um høvuðstaðin, Kiev, Kharkiv, sum er tætt við russiska markið norðeftir, Odessa, sum er suðureftir, og Mariopol, sum liggur í landspartinum, Donetsk, har uppreistrardeildir hava havt valdið síðani í 2014.

Í Kiev og í Kharkiv, eru trygdarstøðir raktar av rakettum, upplýsir ukrainska stjórnin.

Floghavnin í Kiev hevur longu boðað frá, at har er eingin flúgving fyribils.

 

ST-krepppufundur

Trygdarráðið hjá ST er longu komið saman á kreppufund, og har hevur russiski ST-sendiharrin, Vasily Nebenzya, kunnað um, at talan er um russiska sjálvverju, eftir grein 51 í ST sáttmálanum, skrivar Reuters.

Talan er ikki um kríggj, men um eina serliga atsókn, sigur russiski ST-sendiharrin.

Nógv lond kring heimin, hava longu funnist hvassliga at russisku innrásini í Ukraina, og amerikanski forsetin, Joe Biden sigur, at álvarslig tiltøk eru á veg ímóti Ruslandi.

 

Fleiri russisk flogfør niðurskotin

Ukrainski herurin sigur seg hava skotið fleiri russisk flogfør niður, men tí vísir Rusland aftur.

So skjótt sum Putin, forseti í nátt boðai frá, at eitt álop á Ukraina var byrjað, vóru stórar bilrøðiur at síggja farra úr høvuðstaðnum á veg vestureftir. Eingin ivi er um, at talan er um fólk sum rýma heimanífrá, skriva tíðindastovurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084