Pólland fer ikki til Russland at spæla HM-undankapping

Pólland fer ikki til Russland at spæla HM-undankapping
Polska fótbóltssambandið hevur nú boðað frá, at polska A-landsliðið hjá monnum ikki fer at spæla móti Russlandi í HM-undankappingini í næsta mánaði
 
26.02.2022 - 13:32

 

Pólland og Russland skuldu eftir ætlan møtast í play off dysti um at sleppa til HM-endaspælið í Katar komandi vetur, men nú hevur polska fótbóltssambandið so boðað frá, at orsakað av støðuni í Ukraina fer Pólland ikki at møta upp til dystin.

Avgerðin fær eisini undirtøku frá polsku spælarunum, harímillum stóru stjørnuni Robert Lewandowski, sum á Twitter sigur, at hetta er tann rætta avgerðin, og at hann ikki kann ímynda sær at spæla móti Russlandi, samstundis sum vápnaður ágangur heldur fram í Ukraina. Russiskir fótbóltsspælarar og viðhaldsfólk hava ikki ábyrgdina av hesum, men vit kunnu ikki bara lata sum luft, sigur Lewandowski.

Forsetin í polska fótbóltssambandinum Cezary Kulesza sigur, at hann eisini hevur samband við fótbóltssambondini í Kekkia og Svøríki um at senda eina felags fráboðan til FIFA. 

Sambært skránni skal vinnarin av dystinum millum Pólland og Russland spæla móti vinnaranum av dysti millum Kekkia og Svøríki um eitt pláss í endaspælinum í Katar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454