Hava ruddað fleiri túsund rúmmetrar

Hava ruddað fleiri túsund rúmmetrar
Tað ganga nakrir dagar, til Elduvíkarvegurin letur uppaftur fyri ferðslu
Elduvíkarvegurin er illa farin av skriðulopinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2022 - 13:16

Skriðan, sum leyp á Elduvíkarvegin um vikuskiftið, var so stór, at Landsverk hevur ruddað fleiri túsund rúmmetrar av gróti og øðrum tilfari burtur.

Tað er framvegis ikki koyrandi á Elduvíkarvegnum, men ferðslan verður leidd ígjøgnum nakrar ferðir um dagin.

Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at tað fer at taka nakrar dagar, til vegurin letur uppaftur fyri vanliga ferðslu.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Árna Jacobsen í útvarpstíðindunum:

 

1511945

 

Myndirnar tók Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926