Russar taka nú Kharkiv

Russar taka nú Kharkiv
Tað hevur kortini eydnast ukrainskum herdeildum at reka russar frá einum sjúkrahúsi í býnum, sum var kringsett
Russiskar rakettir raktu henda bygningin í Kharkiv, har ein løgreglustøð heldur til. Í minsta lagi 21 fólk eru deyð í Kharkiv, síðani russar komu inn í býin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.03.2022 - 09:29

Russiskir fallskíggjahermenn eru komnir til ukrainska býin, Kharkiv, í morgun, í eini roynd at taka býin.

Tað váttar herleiðslan í Ukraina.

Kharkiv er næststørsti býur í Ukraina, og BBC veit at siga, at russiskir hermenn eru komnir til býin alla nátt.

Sambært myndugleikunum byrjaði álopið á Kharkiv, samstundis sum russisku hermenninir komu til býin. Bardagar hava verið, og m.a. skulu russisku hermenninir eitt skifti hava kringsett eitt hernaðarsjúkrahús í býnum.

Í minsta lagi 21 fólk eru deyð.

Men í morgun hava ukrainsku deildirnar rikið russisku deildirnar frá sjúkrahúsinum, uttan at nakar lá eftirá, upplýsa ukrainskir miðlar.

Fólk, sum búgva í Kharkiv, tosa fyri tað mesta russiskt, og seinastu dagarnar hava ógvuslig álop verið á býin. Rakettir hava bæði rakt almennar bygningar og bústaðarøkir.

Í gjár lógu minst 17 sivilfólk eftirá í álopunum á býin, upplýsa myndugleikarnir.

 

Sí videobrot frá tíðindastovuni AP úr Kharkiv:

 

Kharkiv_alop_

 

136 ukrainar deyðir

Síðani russiska innrásin í Ukraina byrjaði 24. februar, eru minst 136 ukrainar deyðir, av teimum eru 13 børn. Tað upplýsir ST fyri Reuters tíðindastovuni.

ST upplýsir eisini, at minst 400 fólk eru særd, 254 av teimum í landspørtunum Donetsk og Lugansk í eystara partinum avlandinum.

-  Helst eru tølini størri enn tað, sigur talskvinnan hjá mannarættindadeildini hjá ST, Liz Throssell.

Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, eru 16 børn deyð, og 45 eru higartil særd í álopunum.

 

80.000 ukrainar komnir heim at stríðast

80.000 ukrainar, sum búgva í øðrum londum, eru farnir til Ukraina at stríðast ímóti russisku hermonnunum.

Tað skrivar tíðindastovan hjá ukrainska innanríkisráðnum, Telegram, sum vísir til skrásetingar við markið.

- Vit eru errin av landsmonnum okkara, sum koma heim at verja landið, stendur í boðunum frá innanríkisráðnum.

Nógv tey flestu sum eru komin, eru menn, stendur í boðunum. Tíðindini eru ikki váttað av øðrum.

Pólska marknaeftirlitið upplýsir, at 22.000 fólk eru farin um markið úr Póllandi til Ukraina, síðani russiska innrásin byrjaði.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138