Ukrainar gera mótstøðu í Kyiv

bannari
Ukrainar gera mótstøðu í Kyiv
Tíðindamaðurin hjá TV2 í ukrainska høvuðsstaðnum sigur, at ukrainar vilja stríðast móti russisku herdeildunum
Fleiri enn ein millión fólk eru flýdd úr Ukraina. Henda myndin er úr Irpin uttan fyri Kyiv.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.03.2022 - 13:27

Russar nærkast alsamt Ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, men mótstøðan er hørð.

Tað sigur Rasmus Tantholdt, tíðindamaður hjá TV2, sum er staddur í Kyiv.

Fleiri enn ein millión fólk eru flýdd úr Ukraina seinastu dagarnar, men framvegis eru nógv fólk eftir í Kyiv. Tey vilja stríðast móti russum, sigur Rasmus Tantholdt

Matvøruhandlar hava framvegis hava opið, og enn er nóg mikið av matvørum, men breyð og mjøl eru farin at ganga undan. Í løtuni er ómøguligt at siga, um ella nær stríðið endar.

 

Hoyr ljóðbrot við Rasmus Tantholdt í útvarpstíðindunum:

 

1512958

 

Rasmus Tantholdt er uttanlandstíðindamaður hjá TV2, og í løtuni er hann í Kyiv. (Mynd: TV2)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541