Telefonfundur millum Frakland, Týskland og Russland

bannari
Telefonfundur millum Frakland, Týskland og Russland
Franski forsetin, Emmanuel Macron, og týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, hava í dag tosað í telefon við russiska forsetan í 75 minuttir
Børn í sundurbumbaða stórbýnum Mariupol í Ukraina. Býurin liggur í streymloysi og matvørur ganga skjótt undan.
Mynd: Ritzau-Scanpix  
 
12.03.2022 - 16:50

Macron og Scholz skulu hava heitt á Putin um at fáa vápnahvíld í Ukraina, og at nærkast eini diplomatiskari loysn, skrivar CNN. 

AFP skrivar, at Macron og Scholz eisini skulu hava heitt á Putin um at taka deildirnar aftur, sum hava kringsett stórbýin Mariupol.

Í skjótt tvær vikur hava sivil í Mariupol fjalt seg fyri russiskum bumbum í býnum, sum liggur í streymloysi og matvørur ganga skjótt undan. Umleið 450.000 fólk búgva í havnabýnum Mariupol, sum er í Donetsk-landspartinum í landsynnings Ukraina.

Harðari tóni

Í telefonsamrøðuni var Russland nú meira hvassorðað. Sambært Reuters, sum endurgevur eitt embætisfólk á skrivstovuni hjá Macron, so tykist ikki, sum um Putin er sinnaður at enda kríggið.

Putin kunnaði Macron og Scholz um støðuna, og serliga vísti hann á ukrainskar deildir, sum ferð eftir ferð hava brotið siðvenjur fyri altjóða humaniteran rætt, stendur í almennari fráboðan frá Kreml.

Putin sigur, at Ukraina avrættar øðrvísi-hugsandi, brúkar sivilfólk sum skjøldur, og skjýtur tung vápn móti sjúkrahúsum, skúlum og barnagørðum. Hann endurtók eisini uppáhaldið hjá Kreml um, at ukrainskar herdeildir við vilja órógva arbeiðið at flyta burtur sivilfólk úr krígsøkinum.

Borgarstjóri burturfluttur

Áðrenn Macron og Scholz tosaðu við Putin, høvdu teir telefon-fund við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum heitti á teir um at krevja, at deildirnar hjá Putin lata borgarstjóran í Melitopol leysan. Sambært ukrainskum myndugleiku burturfluttu russiskir hermenn borgarstjóran í morgun.

- Vit vænta, at heimsins leiðarar vísa okkum, hvussu teir kunnu ávirka støðuna, sigur Zelenskyj.

Macron, Scholz og Putin tosaðu seinasta hósdag. Tá kravdu franski forsetin og týski samveldiskanslarin, at Russland setur vápnahvíld í gildi alt fyri eitt. Síðani Macron vitjaði í Kreml 7.februar, hevur hann tosað við Putin í telefon níggju ferðir, skrivar franska forsetaskrivstovnan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514