Karin, Debes og Jóan Pauli verða heiðrað

Karin, Debes og Jóan Pauli verða heiðrað
Vitin heiðrar úrmælingar, sum hava framt óvanlig og góð avrik føroysku tjóðini at gagni
Debes H. Christiansen er millum teirra, sum Vitin heiðrar í ár.
 
16.03.2022 - 14:50

Karin Kjølbro, Debes Hammershaimb Christiansen og Jóan Pauli Joensen fáa árliga heiðursmerkið og heiðursbræv frá felagsskapinum Vitanum.

Ikki verður upplýst, hvør er í Vitanum, ella hvør hevur stovnað hann.

Vitin er lagsfelagsskapur, sum fólk hava stovnað, tí tey ásanna, at brúk er fyri at heiðra úrmælingar, sum í verki og við ósjálvsøkni hava framt óvanlig og góð avrik føroysku tjóðini at gagni.

Heiðursmerkið er silvur- ella gulllagt bringuprýði, sum er krossur við oyggjunum í miðjuni og áskriftini ”pro aris et focis”, sum merkir "stríð fyri altar og grúgvu, fyri hús og heim".

 

Karin Kjølbro.

Jóan Pauli Joensen.​​​​​

 

Uppskot um at skipa heiðursmerki

Uppskot er annars um at skipa eitt heiðursmerki, har Føroyar formliga heiðra fólk fyri merkisvert arbeiði ella gerning, sum gagnar landi, fólki, og tænir Føroyum.

Seks tingfólk tvørtur um samgongu og andstøðu hava lagt uppskotið til samtyktar um tað. 

Ynskið er, at løgmansskrivstovan setur eitt arbeiði í gongd um, hvussu ein slíkur heiður kann skipast, og hvørjar reglur skulu vera galdandi fyri tilnevning og val.

Uppskotsstillararnir eru Bjørt Samuelsen, Ruth Vang, Kristin Michelsen, Helgi Abrahamsen, Christian Andreasen og Bill Justinussen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098