Myndlýsingar av Fuglakvæðinum á Christiansborg

29.03.2022 - 08:57
AktueltSamfelag
Myndlýsingar av Fuglakvæðinum á Christiansborg
Klaksvíkar kommuna skipar fyri framsýning við myndum hjá Edwardi Fuglø
Framsýningin við myndlýsingum úr Fuglakvæðinum letur upp á Christiansborg seinnapartin.
 

Klaksvíkar kommuna skipar fyri framsýning á Christiansborg í dag. 

Tiltakið er komið í lag, eftir at danskir fólkatingslimir vóru á vitjan hjá Klaksvíkar kommunu í september í fjør.

Í sambandi við vitjanina var vitjað í Christianskirkjuni og í verkstovuni hjá Edwardi Fuglø, sum legði síðstu hond á myndlýsingar til eina danska týðing av Fuglakvæðinum. 

Fólkatingslimurin fyri sosialdemokratiska flokkin, Rasmus Horn Langhoff, var hugtikin av listini hjá Edwardi Fuglø og hevur síðani vitjanina samskift við kommununa um at fáa í lag at sýna listaverkini fram á Christiansborg.  

Í tí sambandi skipar kommunan fyri einum tiltaki, har umboð frá kommununi eftir ferniseringina á Christiansborg fara at hava eina framløgu um møguleikar og tilboð í Klaksvíkar kommunu. 

Framsýningin byrjar í dag klokkan 16. 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. oktober
Flóttafólk 1:2
145866
Mikudag 5. oktober
Úr savninum: Soleiðis liva tey enn 2:2
145847
Sunnudag 2. oktober
Úr savninum: Staksmentan í besta blóma
145663
Sunnudag 2. oktober
Andakt við Høgna Johannesen
145656
Sunnudag 2. oktober
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
145660