Breddin: Starvsfólkatørvurin á vælferðarøkinum

Breddin: Starvsfólkatørvurin á vælferðarøkinum
Ein arbeiðsbólkur hevur latið politikarunum 27 uppskot um loysnir, sum kunnu bøta stóra tørvin
Heimið á Grønanesi í Vestmanna. Breddin varpar í dag ljós á stóra starvsfólkatørvin á vælferðarøkinum.
 
07.04.2022 - 09:39

"Starvsfólkatørvur á vælferðarøkinum - avbjóðingar og uppskot til loysnir."

Tað er heitið á frágreiðingini, sum landsstýrið fekk handað seinnapartin í gjár.

Talan er um eitt hugskotskatalog. Har eru 27 uppskot um loysnir, sum kunnu bøta um stóra tørvin á starvsfólki til okkara vælferðarøki.

Á Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á hesi uppskot. Hvat verður skotið upp at gera?

Vit tosa við tey trý landsstýrisfólkini, sum hvør í sínum lagi skulu lofta uppskotunum.

Og síðst í sendingini venda vit uppskotunum í breiðum kjaki millum fakfeløg, stjóran í Almannaverkinum og formannin fyri eitt av eldrasamstørvunum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227