Sarah Mahfoud skal verja heimsmeistaraheitið

Sarah Mahfoud skal verja heimsmeistaraheitið
Tvey ár eftir at hon vann heimsmeistaradyst, skal Sarah Mahfoud verja beltið í dysti ímóti týska evropameistaranum, Ninu Meinke
Hartsláandi: Sarah Mahfoud (t.v.) skal verja HM-heitið ímóti Ninu Meinke
Mynd: Søren Tidmand/Danish Fight Night  
 
21.04.2022 - 13:51

IBF-heimsmeistaraheitið í fjaðurvekt stendur upp á spæl, tá føroyska Sarah Mahfoud fer í ringin ímóti týsku Ninu Meinke í kvøld.

Sarah Mahfoud tryggjaði sær HM-heitið, tá hon vann á argentinsku Brendu Carabajal fyri góðum tveimum árum síðan. 

Bert ein mánað seinni steðgaði heimurin upp av koronu, og ikki fyrrenn nú sleppur Sarah Mahfoud at verja beltið. Dysturin ímóti Ninu Meinke skuldi upprunaliga boksast í januar í ár, men korona steðgaði eisini tí dystinum. 

 - Hon er sterk, og hevur boksað í tyngri vektflokkum. Hon hevur góðan teknikk og er ein dugnaligur boksari. So tað verður ikki ein lættur dystur, men tað er eisini tað, sum ger, at tað verður ein góður dystur, segði Sarah Mahfoud við 3-2 í desember.

Sarah Mahfoud er fegin um endiliga aftur at sleppa aftur í dyst, og gleðist um at skula boksa í Danmark.

 - Tað merkir, at eg fái stuðul í høllini, og tað gevur mær orku og áræði. Eg gleði meg í heila tikið sera nógv at boksa aftur, tí tað er so leingi síðan seinast, sigur Sarah Mahfoud við danishfightnight.com.

 - Allir dystir hava eitt ávíst trýst við sær. Har er ikki ein eitt'ari og ein tvey'ari, men ein vinnari og ein tapari. Missi eg beltið, havi eg ikki somu dystarmøguleikarnar og endi aftast í raðnum, segði Sarah Mahfoud við 3-2. 

Føroyski boksarin, sum hevur røtur í Vestmanna, er eftir 10 dystir framvegis ósigrað, meðan týska mótstøðukvinnan hevur tapt tveir av sínum 12 dystum. 


Sarah Mahfoud saman við navnframa venjaranum, Bernardo 'Benny' Checa, í desember
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938