Hagstovan: 58.400 fólk í 2060

Hagstovan: 58.400 fólk í 2060
Framrokningin sigur eisini, at kallkynið framvegis er í meiriluta um 38 ár
Í 2060 vera 1624 fleiri dreingir og menn enn gentur og kvinnur í Føroyum, vísir framsokningin hjá Hagstovuni.
Mynd: Hagstovan.  
 
18.05.2022 - 08:18

Hóast fólkatalið veksur javnt og støðugt, verður ein góð løta til tað fer upp um 60.000.

Ein framrokning, sum er á heimsíðuni hjá Hagstovuni, sigur, at 2060 vera 58.374 fólk í Føroyum.

Framrokningin sigur eisini, at kallkynið framvegis er í meiriluta um 38 ár.

Í 2060 vera 1624 fleiri dreingir og menn enn gentur og kvinnur í Føroyum.

Tá fólkatalið verður framroknað eru føðitíttleikin, deyðstíttleikin, tilflyting og fráflyting síðani 1985 brúkt sum grundarlag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065