Teitur Skoubo dømdur fyri neyðtøku

Teitur Skoubo dømdur fyri neyðtøku
Teitur Skoubo er dømdur sekur í at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu í Odense í fjør
Føroyska realitystjørnan í Danmark, Teitur Skoubo, bleiv í morgun dømdur fyri neyðtøku
Mynd: Savnsmynd  
 
25.05.2022 - 12:16

Rætturin í Odense hevur í morgun dømt føroysku realitystjørnuna í Danmark, Teitur Skoubo, sekan í at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu. 

Hendingin fór fram í Odense í november í fjør.

Teitur Skoubo er dømdur tvey ár og seks mánaða fongsulsrevsing og skal gjalda kvinnuni 100.000 krónur í endurgjaldi.

Teitur Skoubo, sum noktar seg sekan, kærdi alt fyri eitt dómin til hægri rætt. 

Hann er nú varðhaldsfongslaður, tí dómurin er meira enn tvey ár.

Verjin kærdi eisini avgerðina um, at dómurin skal sitast alt fyri eitt. Tann partin av málinum skal landsrætturin taka støðu til fríggjadagin. 

 

Sendingar strikaðar

Teitur Skoubo er millum annað kendur fyri at hava vunnið realitysendingina Paradise Hotel í 2019 og fyri at hava verið við í øðrum realitysendingum. Hann hevur yvir 138.000 fylgjarar á Instagram.

Framleiðarin av sendingin Paradise Hotel hevur longu boðað frá, at sendingarnar, har Teitur Skoubo er við, verða strikaðar av netinum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970