Teitur Skoubo verður verandi í fongslinum

Teitur Skoubo verður verandi í fongslinum
Teitur Skoubo sleppur ikki leysur, hóast hann mikudagin kærdi avgerðina um fongslingina til Landsrættin
Teitur Skoubo, meðan hann var í vælmaktini sum realitystjørna. Nú er hann dømdur fyri neyðtøku og skal vera sitandi aftan fyri rimar.
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
27.05.2022 - 13:16

Eystara landsrættur staðfest í dag, at Teitur Skoubo skal verða sitandi í fongslinum, til neyðtøkudómurin kemur fyri í Landsrættinum. 

Mikudagin skeyt Teitur Skoubo neyðtøkudóm, sum hann fekk í býrættinum, til hægri rætt. Í tí sambandi vildi verjin hjá Teiti Skoubo hava føroyingin latnan leysan, til málið verður viðgjørt í Landsrættinum. 

Men hetta gav Landsrætturin teimum ikki viðhald í. 

 

Víkja ikki frá siðvenju

Landsrætturin grundgav úrskurðin við, at eingin orsøk er at víkja frá siðvenjuni, at persónar, sum eru dømdir longur enn eitt ára fongsulsrevsing, verða varðhaldsfongslaðir. 

Teitur Skoubo bleiv av býrættinum í Odensen mikudagin dømdur til tvey og eitt hálvt ára fognsulrevsing fyri at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu. 

Hendingin fór fram í Odense í november í fjør.

 

Realitystjørna

Teitur Skoubo er millum annað kendur fyri at hava vunnið realitysendingina "Paradise Hotel" í 2019, og fyri at hava tikið lut í øðrum reality-sendingum. 

Teitur Skoubo hevur yvir 138.000 fylgjarar á Instagram.

Framleiðarin av sendingini Paradise Hotel hevur longu boðað frá, at sendingarnar, har Teitur Skoubo er við, verða tiknar av netinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025