Enniberg metstóra rækjulast

Enniberg metstóra rækjulast
Enniberg væntast at vera á Havnini mikumorgunin við 917 tonsum av rækjum, sum er størsta rækjulast, sum nakrantíð er landað í Føroyum.
Enniberg hevur seinnu árini gjørt ein rækjutúr hvørt summar
 
06.06.2022 - 12:46

Enniberg, sum mest man vera kendur sum ein av flakatrolarunum, ið plagar at royna í Barentshavinum, hevur gjørt ein metgóðan rækjutúr við Svalbard og í Loynikrókinum.

Teir hava fylt skipið og eru farnir at sigla heim, og Enniberg væntast at vera á Havnini mikumorgunin við 917 tonsum av rækjum.

Hetta er størsta rækjulast, sum nakrantíð er landað í Føroyum.

Túrurin byrjaði síðst í mars mánaði, og teir hava roynt eftir rækjum í rusiskjum sjógvi við Svalbard og fyri ein part í altjóða øki í Loynikrókinum.

Við Enniberg henda túrin eru 20 mans og skipari er Karl Danielsen.

Síðani partafelagið Enniberg fyri trimum árum síðani keypti partafelagið Havborg og tilhoyrandi rækjukvotu, hevur Enniberg gjørt ein rækjutúr hvørt summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328