SAS: Svøríki rindar ikki meiri

SAS: Svøríki rindar ikki meiri
Svenska stjórnin hevur gjørt av at minka sín part í flogfelagnum
Hóast SAS aftur er í álvarsligari kreppu, vænta greinarar, at felagið fer at hóra undan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.06.2022 - 08:54

Flogfelagið, SAS, er í álvarsligari kreppu, men hóast tað, so fer svenska stjórnin ikki at lata felagnum fleiri pengar.

Tað boðaði svenski vinnumálaráðharrin, Karl-Petter Thorwaldsson, frá á tíðindafundi í morgun.

Samstundis hevur svenska stjórnin fingið tikið avgerð um at minka svenska partin í felagnum, segði ráðharrin.

 

Karl-Petter Thorwaldsson, vinnumálaráðharri, ger greitt, at svenski staturin fer ikki at seta fleiri pengar í SAS. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

SAS Forward

Tað eru í stóran mun svenski og danski staturin, sum eiga SAS. Í eini roynd at bjarga flogfelagnum, er ein kreppuætlan gjørd, sum nevnist SAS Forward, og sum fevnir um 20 milliardir kr. í hjálp av ymsum slag, og sum skulu leggjast um til partapening í felagnum.

Karl-Petter Thorwaldsson gjørdi á tíðindafundinum greitt, at Svøríki hevur ikki ætlanir um at eiga í SAS í framtíðini, og tí má SAS leita eftir nýggjum íleggjarum.

Í løtuni eigur svenski staturin 21,8 prosent í SAS.

Í øðrum ársfjórðingi í ár hevði SAS eitt hall uppá 1,5 milliardir svenskar krónur.

 

Fer at hóra undan

Í farnu viku ljóðaði, at eitt privat felag hevur ætlanir um at gera íløgur í SAS, men tað vil svenski vinnumálaráðharrin ikki gera viðmerkingar til.

Í 2020 fekk SAS 1,5 milliardir kr. í kreppuhjálp, tá korona gjørdi um seg, og nú vil SAS hava, at teir pengarnir verða lagdir um til partapening.

Hóast støðan er vánalig hjá SAS, so vænta greinarar, at felagið fer at hóra undan. Men tað krevur, at almenni parturin minkar, fyri at fáa privatu vinnuna at seta pengar í skandinaviska flogfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531