Ferð setast á svenska limaskapin í NATO

Ferð setast á svenska limaskapin í NATO
NATO-aðalskrivarin er á almennari vitjan í Svøríki
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, og Magdalena Andersson, forsætisráðharri á tíðindafundi fyrr í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.06.2022 - 16:22

NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, er á almennari vitjan í Svøríki í dag, har um middagsleitið hitti svenska forsætisráðharran, Magdalenu Andersson, og svensku stjórnina. 

Tosað var um umsóknina hjá Svøríki um limaskap í NATO, um russisku innrásina í Ukraina og um trygdina í Evropa.

Á tíðindafundi fyri løtu síðani, varð Stoltenberg spurdur um tíðarætlanina fyri limaskapin hjá Svøríki í Nato:

 

1533269



- Vit eru samd um at seta ferð á tilgongdina, NATO er meira her í økinum, og vónandi ber alt hetta á mál, so at Svøríki gerst limur skjótast til ber. So tað hendir nakað, segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO.

 

Turkland er knúturin

Ein av stóru knútunum, sum skal loysast, fyri at Svøríki skal fáa Natolimaskap, er kravið frá turkiska forsetanum. 

Recep Tayyip Erdogan sigur seg vera ímóti svenskum og finskum limaskapi í NATO, tí londini hýsa limum í kurdiska frælsisherinum, PKK, sum Turkaland sigur vera ein yvirgangsfelagskap.

Øll 30 londini í NATO, skulu vera samd, áðrenn Finland og Svøríki kunnu fáa limaskap í samgonguni.

 

Hava hert lógina um yvirgang

Á tíðindafundinum í dag segði svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, at Svøríki nú hevur hert lóggávuna um yvirgang, og hon kemur í gildi 1. juli í ár. 

- Svøríki hevur seinastu árini áhaldandi hert lógirnar móti yvirgangi. Tað er eingin ivi um, at viljin hjá Svøríki er at berja niður yvirgang, segði Magdalena Andersson.

Sostatt royndi hon at ganga krøvum frá Turkalandi á møti, um at strika stuðulin til fleiri kurdiskar bólkar, serliga Kurdiska Arbeiðaraflokkin PKK.

Nato-toppfundur er í Madrid síðst í hesum mánaðinum, men hann er ikki evstamark fyri, nær Svøríki og Finnland fáa grønt ljós at koma upp í verjusamgonguna, segði Jens Stoltenberg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815