Zelenskyj: Russar herða álopini hesa vikuna

bannari
Zelenskyj: Russar herða álopini hesa vikuna
ES-londini fara seinni í vikuni at umrøða, um Ukraina skal fáa limaskap í samveldinum
Zelenskyj, forseti, hevur verið í m.a. Odessa, har harðir bardagar hava verið seinastu tíðina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.06.2022 - 08:32

Ukrainar skulu rokna við ógvusligari russiskum álopum í hesi vikuni.

Tað segði Zelenskyj, forseti í eini røðu fyri fólkinum í nátt.

Hann segði, at nú ES londini fara at umrøða, um Ukraina skal setast á listan yvir lond, sum skulu fáa limaskap í samveldinum, er vandi fyri, at Russland fer at herða álopini í Ukraina.

ES-londini fara á fundi hósdagin og fríggjadagin at umrøða, um Ukraina skal setast á listan yvir lond, sum skulu fáa limaskap í ES.

ES fer í øllum førum at krevja av stjórnini í Ukraina, at hon setur broytingar í verk, so landið fer at virka eftir somu treytum, sum hini londini í ES virka eftir.

 

Vitjaði í Odessa

Zelenskyj, forseti var í gjár á vitjan í býum í syðra partinum av landinum, har harðir bardagar hava verið seinastu tíðina. M.a. vitjaði hann hermenn í býnum, Odessa, sum stríðast ímóti russisku deildunum.

Á ferðini umrøddi Zelenskyj eisini stóru nøgdirnar av korni, sum liggja á goymslu í m.a. Odessa, men sum ikki kunnu avskipast, tí einki skip er at flyta kornið við.

Talan er um 25 milliónir tons av korni. Tað kann hava við sær, at hungursneyð fer at taka seg upp í teimum londunum, sum skuldu keypa kornið.

Ein meting hjá ST, vísir, at vandi er fyri, at 1,6 milliardir fólk fara ikki at fáa nóg mikið at eta, um Ukraina ikki fær útflutt korn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439