Fólk skotin í Oslo

Fólk skotin í Oslo
Tvey fólk eru deyð og fleiri illa særd, upplýsir løgreglan
 
25.06.2022 - 10:49
Øll tiltøk í norska høvuðsstaðnum, Oslo, eru avlýst í dag, eftir ein maður í nátt skjeyt og drap tvey fólk og særdi 19 onnur - trý av teimum álvarsliga. Maðurin fór at skjóta í nátt klokkan eitt í eini gøtu, har fleiri skeinkistøð eru. Norska politiið upplýsir, at málið verður kannað sum eitt yvirgangsmál. Fólk, sum vóru á staðnum, hjálptu politiinum at taka mannin, og hildið verður, at hann var einsamallur um gerðina. Maðurin er norðmaður, men hevur uppruna í Iran, og norska loynipolitiið, PST, kennir mannin. Stór skrúðgonga skuldi vera í Oslo í dag fyri at hátíðarhalda, at 50 ár eru liðin, síðani stórtingið samtykti rættindini hjá samkyndum, men hon verður eisini av ongum í dag. Norska stjórnin hevur í sambandi við hendingina boðað frá tíðindafundi seinnapartin í forsætismálaráðnum, har fleiri ráðharrar verða til staðar. Eisini Haraldur kongur hevur sent út fráboðan, har hann sigur seg og síni vera forfard av sorgarleikinum í nátt.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096