Meiningakanning : Fosturtøkulógin skal ikki dagførast

Meiningakanning : Fosturtøkulógin skal ikki dagførast
Ein tepur meiriluti ynskir at lata galdandi fosturtøkulóg fáa frið, vísir ein meiningakanning
 
03.07.2022 - 15:19

6.186 brúkarar á Portalinum svaraðu fríggjadagin upp á spurningin “Átti fosturtøkulógin at verið dagførd?”.

49 prosent av teimum halda ikki, at lógin eigur at dagførast, meðan seks prosent svaraðu, at tað kundi gera teimum tað sama.

Tey írestandi 45 prosentini, ið valdu at svara í kanningini, søgdu seg ynskja, at fosturtøkulógin verður broytt.

Fyribils røkist einki fyri, at nakað uppskot um fría fosturtøku verður lagt fyri Løgtingið.

Tað skrivar Info, sum vísir á, at hóast fleiri andstøðutingfólk halda, at lógin eigur at vera broytt, so er ikki væntandi, at nakað uppskot um tað verður lagt fyri tingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334