Einki gass úr Russlandi til Týsklands

Einki gass úr Russlandi til Týsklands
Gassleiðingin er tømd, tí neyðugt viðlíkahald skal gerast. Gassleiðingin verður væntandi latin upp aftur 21. juli, men myndugleikarnir óttast, at tað ikki hendir
 
11.07.2022 - 11:46

Síðani klokkan seks í morgun hevur einki gass verið í leiðingini Nord Stream 1 úr Russlandi til Týsklands.

Gassleiðingin er tømd, tí neyðugt viðlíkahald skal gerast.

Eftir ætlan skal gassleiðingin latast upp aftur 21. juli, men myndugleikarnir í Týsklandi bera ótta fyri, at tað ikki hendir, skrivar Ritzau.

Týskland hevur eins og nógv onnur lond sett tiltøk í verk ímóti Russlandi eftir innrásina í Ukraina, og Russland hevur longu stongt fyri gassleiðingini til fleiri lond vestanfyri.

Týskland arbeiðir við at sleppa undan at keypa gass úr Russlandi, samstundis sum fleiri lond royna at fylla goymslurnar av gassi til í vetur. Týskland fær út við 60 prosent av sínum gassi úr Russlandi.

Men arbeitt verður við at minka um gassið úr Russlandi, og fleiri viðurskifti eru í ferð við at verða broytt. M.a. hevur týska stjórnin gjørt av at starta 10 kolaverk aftur fyri at fáa nóg mikið av orku.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815