Fimm føroyskar reiðkvinnur við til DM

Fimm føroyskar reiðkvinnur við til DM
Tá DM í gonguløgum fyri íslandsross byrjar í Herning í dag, vera ikki færri enn fimm føroyskar reiðkvinnur við, boðar Ríðisambandið frá.
Ragnheiður Ólafsdóttir og Ester Dahl á Heygum eru við, tá DM í gonguløgum fyri íslandsross fer av bakkastokki hósdagin.
Mynd: Ríðisamband Føroya  
 
14.07.2022 - 11:18

Tað man vera fyrstu ferð, at Føroyar eru so væl umboðaðar til eina DM kapping í gonguløgum, skrivar Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi. Tí í ár kappast heili fimm føroyskar kvinnur um danmarksmeistaraheitið í gonguløgum fyri íslandsross. 

Tað er vanliga sera dýrt at fara uttanlands at kappast, men tær tríggjar Beinta P. Debes, Ragnheiður Ólafsdóttir og Ester Dahl á Heygum valdu at luttaka í sambandi við, at tær eisini skulu luttaka í NM í Álandi í august.

Afturat teimum koma so Rakel Tindskarð og Elin Tindskarð, sum báðar búgva í Danmark.

Sambært Ríðisambandinum telist Danmark millum fremstu tjóðir, tá talan er um slíkar kappingar. Vónirnar eru kortini góðar. 

Elin Tindskarð hevur ofta verið við í oddinum og man eisini fara at vera millum bestu boðini um eitt finalupláss, skrivar Ríðisambandið.

Kappingin byrjar í dag og kann stroymast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558