- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS: Enn einki samráðingarúrslit

– Nú fara vit heim fyri at fáa eitt sindur av svøvni, sigur formaðurin í danska flogskiparafelagnum, Henrik Thyregod, við danska kringvarpið, DR.
– Hetta er hart, men vit dríva á og geva ikki upp. Okkara flogskiparar vilja fegnir á flog aftur, og vit eru fullgreið yvir, at verkfallið tíverri hevur sínar stóru avleiðingar, sigur hann.
Hóast partarnir hava hildið leingi á í Näringslivets Hus í Stockholm, er enn einki samráðingarúrslit komið í ljósmála. Norska kringvarpið, NRK, veit at siga, at verkfalsrætturin er ein av stóru spurningunum, sum hevur verið til viðgerðar síðstu tveir dagarnar.
Svenska Dagbladet skrivar, at SAS í farnu viku kravdi, at flogskipararnir næsta átta ára skeiðið skuldu frásiga sær rættin at fara í verkfall, men at flogskipararnir hjá SAS í mesta lagi vilja ganga við til seks ár.
Fyrr í vikuni upplýsti SAS, at verkfallið higartil hevði havt við sær meir enn 2.550 avlýst flogfør og at yvir 270.000 ferðandi eru ávirkað av verkfallinum.




























