Aftur ein langur hali av flogførum í Vágum

Aftur ein langur hali av flogførum í Vágum
Ikki færri enn 13 flogfør koma ætlandi í Vágar í dag
Halin av flogførum, ið skulu koma til Føroya, er aftur langur, nú mjørkin hevur darvað flogferðsluni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.07.2022 - 09:43

Summarið hevur verið eitt av teimum truplu fyri flogferðsluna í Føroyum. 

Mjørki, illveður og SAS-verkfallið hava darvað flogferðsluni. 

Ikki færri enn 13 flogfør koma ætlandi í Vágar í dag.

 

Úr at gera

10 flogfør stóðu fyrst at koma í Vágar, og trý flogfør, ið ikki fingu lent í gjárkvøldið, koma eisini í dag.

Sostatt er líkt til, at tað verður óvanliga nógv flogferðsla í Vága Floghavn í dag, nú 13 flogfør standa á yvirlitinum hjá floghavnini.

Eisini í morgin og hósdagin verður nógv flogferðsla í Vágum. Níggju flogfør koma í morgin og hósdagin koma somuleiðis níggju flogfør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379
Leygardag 14. juni
Video: 10mf, sundalagsstevna 2025
193305