Spakin til nýggja Húsarhaldsskúlan verður settur í sum skjótast

Spakin til nýggja Húsarhaldsskúlan verður settur í sum skjótast
Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum, gleðir seg nú til, at spakin skjótt kann setast í til nýggja Húsarhaldsskúlan í Klaksvík
Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri, gleðir seg til at kunna seta spakan í til nýggja Húsarhaldsskúlan
 
21.07.2022 - 12:52

- Spakin verður settur í sum skjótast, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum.

Bíðað verður nú bara eftir, at løgtingið samtykkir at hækka játtanina til skúlan. 

Johanna_a_Tjaldraflotti_1

 

Húsarhaldsskúlin á Biskupstorgi í Klaksvík fer at kosta 85,6 milliónir krónur. Tað eru góðar 18 mió. kr. fleiri enn upprunaliga mett.

Parturin hjá landskassanum hækkar góðar 16 milliónir krónur. 

Sambært galdandi lóg um studningslán er studningurin 21 milliónir krónur.

Men nú er ein lógarbroyting á veg, ið skal geva landsstýrismanninum heimild at veita í mesta lagi 37 milliónir krónur til byggingina.

 

Prísurin kemur ikki óvart á stjóran

Sambært nýggja kostnaðinum rindar landskassin góðar 37,3 mió. kr., Klaksvíkar kommuna 21 mió. kr. og Bústaðir 27,6 mió. kr.

Samlaði kostnaðurin upp á 85,6 mió. kr. er væl hægri enn upprunaliga mett, men tað kemur ikki óvart á, sigur skúlastjórin. 

Johanna_a_Tjaldraflotti_2

 

Byggifelagið Kanjon skal byggja nýggja húsarhaldsskúlan, sum væntandi verður liðugur í 2024.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815